Í nógv ár hevur Tavan í Leirvík havt eitt gott samband við ein av mest virdu sildaframleiðarunum í Svøríki, Klädesholmen uttan fyri Göteborg, sum framleiðir uppsjóvarfisk í gløsum, sum er lystimeti í Svøríki, serliga um summarið.
Sild frá føroysku uppsjóvarskipunum er flakaskorin í bitar, marinerað ella kryddað og síðan útflutt í lakatunnum til Svøríkis. Eisini hevur Klädesholmen keypt brisling úr føroysku firðunum, sum verður seldur heilur í laka.
Á svenska tjóðardegnum 6. juni hevur fólkið í Klädesholmen hildið “Sillen Dag”, har sildin hevur verið høvuðsmáltíðin undir hátíðarhaldinum. Og sildaverksmiðjan hevur eisini til henda hátíðardagin framleitt eina serliga sild, tey kalla “Årets Sill”.
Men í ár setur korona enn einaferð eina forðing fyri at halda henda serliga sildadagin, eins og tað hendi í fjør.
Men tað hevur ikki forðað sildaverksmiðjuni at framleiða og senda út sildagløs í eini serligari uppskrift, gjørd til dagin. Og sigast má, at hugflogið hjá hesum framleiðarunum er stórt. Í fjør var ársins sild gjørd við ginn, sitrón og hylliblómu.
Í ár smakkar ársins sild av krabba og mais!
Aftur í ár var ætlanin at føroyingar skuldu vera við til Sillens Dag úti í vestursvenska skergarðinum. Avtala var við landsstýrismannin við fiskivinnumálum at siga nøkur orð, men tann ætlanin er nú útsett til næsta ár.
Les eisini: Jacob mátti avlýsa túr til Svøríkis at heiðra sildini
Føroyskur brislingur, heilur í gløsum, sum heil ansjós
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald