Innanlands

Helmingurin av Føroya fólki fer á ólavsøku

Nógv fleiri suðuroyingar enn norðoyingar fara á ólavsøku vísir kanning hjá Spyr.fo. Ónøgd er um barnatiltøkini á Skálatrøð

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2019-07-26 17:04 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Roknast kann við at gott og væl annar hvør føroyingur fer at vitja á ólavsøku í ár. Tá Spyr.fo gjørdi veljarakanning fyri Portalin týsdagin, varð eisini spurt, um fólk ætlaðu sær á ólavsøku.

Úrslitið er, at 52 prosent av teimum, sum svaraðu – tað er føroyingar yvir 18 ár – ætla sær á ólavsøku í ár. Hartil skal so leggjast børn og gestir við bústaði uttanlands.

Men tølini vísa eisini, at ójavnt er, hvørji fara á ólavsøku alt eftir hvar í landinum tey búgva.

Sum vera mann eru ”havnarfólk” best umboðað. Tó er tað bara 71 prosent av teimum við bústaði í Tórshavnar kommunu, sum fara á ólavsøku. Tað vil siga, at stórur partur av havnarfólki antin er burtur um høgtíðina, ella svara nei tí tey halda seg heima við hús.

Næstan helmingurin av fólkunum í Norðstreymoy og Vágum – 48 prosent – fara á ólavsøku, og 45 prosent av teimum, sum búgva í Suðuroy og Sandoy.

Kanningin vísir harvið, at suðuroyingar og sandoyingar eru nógv betri umboðað á ólavsøku enn eysturoyingar og norðoyingar.

Norðoyingar hava als ikki sama hug at fara til Havnar at halda tjóðardagin. 33 prosent – triðji hvør – siga seg fara á ólavsøku, meðan talið av eysturoyingum er 35 prosent.

 

 

[object Object]

Tað var hugnaligari fyrr
Seinastu dagarnir er kjak uppstaðist um barnatiltøkini, sum verða bjóðað á ólavsøku, serliga tiltakið, sum verður fyriskipað á Skálatrøð.

Les: Ólavsøkan skal vera sum hon var 

Spyr.fo spurdi eisini um hetta, og ikki óvæntað halda føroyingar, at tað var betri fyrr í tíðini, tá skjótiteltini og tombolabúðirnar stóðu longri uppi í býnum.

Fólk vórðu biðin um at taka støðu til útsøgnina ”Ólavsøkan var hugnaligari fyrr” har 1 er ’púra ósamd/ur’ og 5 er ’púra samd/ur’. Og úrslitið gjørdist 3,7 – altso at flest fólk taka undir við, at tað var hugnaligari fyrr – tá tað ræður um barnatiltøkini.

Hetta sæst eisini aftur í spurninginum ”Tað er gott, at barnatiltøk eru savnað á Skálatrøð”. Úrslitið var 2,1, altso meira ósamd enn samd.

At enda var eisini spurt um prísin: ”Prísurin á barnatiltøkum á Skálatrøð er í lagi” har úrslitið gjørdist 1,9, nógv meira ósamd enn samd.

 

 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder