Mentan

Helst ikki neyðugt at avlýsa Tomorrowland

Fyriskiparar av heimskenda tónleikafestivalinum í Belgia hava góðar vónir um, at tað fer at bera til, at hava festivalin sum ætlað

2021-05-16 12:03 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Eins og í fjør, eru fleiri stórir festivalar kring heimin avlýstir ella útsettir vegna koronu. Hetta er m.a. galdandi fyri Roskilde Festivalin og fleiri aðrar festivalar í Danmark, og stóra amerikanska festivalin Coachella.

Í Føroyum er boðað frá, at ætlanin er at halda G! Festivalin aftur í ár, og ein annar festivalur, sum sær út til at verða hildin í ár, hóast korona, er heimskendi belgiski festivalurin Tomorrowland.

Fyriskiparar boða á heimasíðuni hjá festivalinum frá, at góð útlit eru fyri at hava festivalin, eftir at belgiska stjórnin er komin við uppskotum til, hvussu skipast kann fyri størri festivalum í summar.

– Við koppingarevni, og skjótum kanningum við dyrnar halda vit, at tað kann lata seg gera at skipa fyri ársins Tomorrowland á forsvarligan og tryggan hátt, stendur í fráboðanini á heimasíðuni.

Fyriskipararnir leggja afturat, at øll neyðug fyrilit verða tikin, og taka tey øll tiltøk og tilmæli í álvara.

Tomorrowland er ein festivalur, sum er kendur fyri at hava gestir úr øllum heiminum, og einki verður sagt um, um broytingar verða gjørdar hesum viðvíkjandi.

Tomorrowland skal eftir ætlan ganga fyri seg yvir tvey vikuskifti í august og september.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder