2018-07-20 14:28

44 ára gamla Dawn Sturgess, sum 8. juli doyði eftir at hon varð eitrað við Novichok, helt at nervaeitrið varð parfuma.
Sturgess og sjeikur hennara Charlie Rowley, endaðu bæði tvey á sjúkrahúsi 30. juni eftir at verða eitraði. Rowley er enn innlagdur.
Í gjár søgdu bretskir myndugleikar, at teir hava mistanka til tveir persónar, sum tey halda standa handan morðið og álopið á fyrrverandi russiska njósnaran Sergej Skripal og dóttur hansara, skrivar CNN.
Løgreglan sigur tó, at einki týðir á at nøkur ætlan var um at eitrað Sturgess og Rowley.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald