USA hevur avlýst eina hernaðarvenjing í Svartahavinum, upplýsir turkiska tíðindastovan, Anadoulu, við ávísing til diplomatiskar keldur.
Tvey amerikansk krígsskip skuldi annars eftir ætlan fara til Svartahavið í hesi vikuni. Hetta skuldi vera aftursvar fyri russiska hernaðarvirksemið, sum er staðfest við markið til Ukreina og á Krim-hálvoynni.
Sambært keldunum hjá tíðindastovuni, hava skipini brotið ferðina av. Fyrsta skipið skuldi eftir ætlan fara gjøgnum Bosporus-sundið til Svartahavið í gjár, og hitt skuldi sigla ígjøgnum í dag. Men onki skip er komið fram.
Turkiska blaðið Daily Sabah skrivar, at skipini hava kasta akker nærhendis griksku oynni Kreta.
Turkaland boðaði í undanfarnu viku frá, at tvey amerikansk herskip skuldu fara gjøgnum Bosporus, og skuldu vera í økinum fram til 4. mai.
USA hevur ikki váttað upplýsingarnar. Hvørki um at skipini vóru á veg til Svartahavið ella um ferð teirra er avbrotin, skrivar AFP-tíðindastovan.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald