2019-01-15 08:35
Í oktober avdúkaði bretska kongshúsið, at hertugafrú Meghan og Harry prinsur fóru at økja um familjuna. Nú hevur hertugafrú Meghan avdúka, nær barnið verður føtt.
Á eini vitjan í Birkenhead í Onglandi avdúkaði hon fyri nøkrum av teimum, sum vóru komin at síggja kongaliga parið, at hon var komin seks mánaðir í síni viðgongutíð, og at hon er sett at eiga í endanum av apríl ella fyrst í mai. Hon avdúkaði eisini, at parið ikki kennir kynið á barninum.
Hertugafrú Meghan og Harry prinsur hava verið par síðani juni 2016, og vórðu gift 19. mai í fjør.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald