2019-08-08 08:14
Í gjárkvøldið fekk løgreglan í Havn fráboðan um, at herverk varð gjørt inn á stóra reklamuskeltið, ið er hongt upp á skjøldurin á húsunum fyrst í Mannbrekku í Hoyvík við innkoyringina til Havnar.
Løgreglan var á staðnum, og kundi staðfesta, at talan helst er um herverk, tí ein lítil partur av skíggjanum er oyðilagdur orsaka av steinsløgum.
- Vit hava ongan undir illgruna, men hoyra fegin frá fólki, sum hava sæð okkurt illgrunasamt í grannalagnum við Mannbrekku í gjár, sigur vakthavandi á politistøðini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald