2018-08-07 09:06
Tveir bilar vórðu skøvaðir leygarnáttina í Hagagøtu á Argjum, og løgreglan leitar nú eftir vitnum til hendingina.
Hendingin varð meldað til løgregluna í gjár, eftir at eigararnir frættu frá øðrum á Argjum, at herverk áður er framt á bilar í økinum.
Um so er, at onkur hevur sæð hendingarnar, heitir vakthavandi á fólk um at ringja til løgregluna á telefonnummar 351448.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald