Innanlands

Herverk framt á plakatir hjá Anniku Olsen

- Vónandi kunnu fólk virða, at hetta er ein partur av fólkaræðinum og lata vera við at gera herverk, sigur Annika Olsen

2019-08-07 19:16 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Ein rúgva av plakatum hanga longu í høvuðsstaðnum, og vanliga tá tað er, so verður herverk gjørt á ymsar av teimum. Til hetta løgtingsvalið er einki undantak.

- Í morgun fór sonurin og maðurin at gera plakatir klárar og seta upp. Í kvøld siggja onkrar plakatir soleiðis út. Vónandi kunnu fólk virða. at hetta er ein partur av fólkaræðinum og lata vera við at gera herverk, sigur Annika Olsen, valevni Fólkafloksins, á sínum Facebookvanga.

- Hetta er ikki í lagi. Plakatirnar hjá okkara valevnum og hjá valevnunum hjá øllum hinum flokkunum skulu virðast. Fólkaræðið er tað dýrabærasta, vit eiga, og tí skulu tær ikki vandaliserast. Um tú sær nakað, sig frá. Eisini um tað er plakatirnar hjá hinum flokkunum, sigur Fólkaflokkurin í skrivi í kvøld.

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder