2019-08-07 10:21
Í gjárkvøldið fekk løgreglan eina fráboðan um, at herverk er gjørt á ein garð í Havn. Tað er tó ikki heilt greitt, nær hetta er framt.
Millum skaðarnar vóru brotnir havamøblar og eitt brotið petti av garðinum kring matrikkulin.
Løgreglan hevur gjørt nakrar kanningar í málinum, og á staðnum eru nakrar sigarettstubbar funnir, sum kann hoyra til tann/tey, ið hava framt herverkið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald