Innanlands

Hervilig ódn rakar USA hósdagin

Fleiri enn 1 millión fólk verða flutt burtur

Ódnin Florence nærkast USA (Mynd: NOAA)

Ódnin Florence nærkast USA (Mynd: NOAA)

2018-09-11 13:27 Author image
Oda Strøm
placeholder

Ódnin "Florence" stendur til at raka amerikansku eysturstrondina og serliga statin South Carolina hósdagin, og amerikanarnar fyrireika seg nú uppá tað ringasta. Tað skriva fleiri útlendskir miðlar. 

Amerikanski forsetin Donald Trump hevur sent vanlukkutilbúgving til tveir statir og heitir á fólk um at vera varin, og guvernørurin í South Carolina hevur givið boð um at flyta burtur fleiri enn 1 millión fólk, sum búgva nær við strondina, áðrenn ódnin rakar hósdagin. 

Meterologar hava boðað frá, at á einari skala frá 1-5, er ódnin nú komin upp á kategori 4, og stórur møguleiki er fyri, at ódnin kemur heilt upp á kategori 5, áðrenn hon rakar.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder