Uttanlands

Hetland og Orknoyggjar eru framvegis liberal

Vunnu greiðan sigur, men í Hetlandi tekur SNP seg nú inn á tey liberalu

Beatrice Wishart tekur enn eitt skeið í tinginum í Edinburgh (Mynd: Shetnews)

Beatrice Wishart tekur enn eitt skeið í tinginum í Edinburgh (Mynd: Shetnews)

2021-05-10 16:46 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Liberali flokkurin stendur framvegis sterkur hjá okkara nærmastu bretsku grannum, hóast tað var skotski tjóðskaparflokkurin, SNP, sum vann valið til skotska tjóðartingið í farnu viku.

Eins og og tað plagar, eru tað umboðini hjá Scottish Liberal Democrats, sum umboða hesi bæði vældømini í skotska tinginum, Holyrood, komandi valskeið.

Eins og á seinasta vali fingu tey liberalu fýra sessir av teimum 129 í tjóðartinginum. Og helmingurin av teimum umboða Hetland og Orknoyggjar.

Hetlendingar endurvaldu Beatrice Wishart á ting. Hon varð vald á ting í 2019, tá eitt umval varð hildið í Hetlandi eftir at Tavish Scott segði sessin frá sær.

Wishart fekk 5.803 atkvøður meðan umboðið hjá SNP, Tom Wills, fekk 4.997 atkvøður. Hini valevnini, eitt nú umboðandi tey konservativu og Labour, fingu 500 ella færri atkvøður.

Við 48,6 prosentum av atkvøðunum, fekk Wishart eitt heldur betri val enn í 2019, tá hon varð vald við 47,8 prosentum. Hinvegin var munurin niður til SNP minni enn hann var í 2019.

Tær knapt 5.000 atkvøðurnar til Tom Wills svara til 41,9 prosent, og tað er tað mesta, sum SNP hevur fingið í Skotlandi, skrivar Shetnews.

Framgongdin hjá SNP hevur verið stór í Hetlandi tey seinastu árini. Í 2011 fekk Jean Urquhart 1.134 atkvøður, í 2016 varð talið tvífaldað, tá Danus Skeen fekk 2.545 atkvøður, og nú var hetta talið aftur tvífaldað.

Veljararnir í Skotlandi góvu tvær atkvøður. Eina til tað lokala valevni, og harafturat eina listaatkvøðu til teir uppstillaðu flokkarnar at brúka í eini útjavningarskipan.

Her hendi tað fyri fyrstu ferð, at SNP fekk flestar atkvøður í Hetlandi, 34,5 prosent móti 26,5 prosent til tey liberalu.

Orknoyingar valdu Liam McArthur úr liberala flokkinum aftur í skotska tingið. Hann hevur tænt vældøminum nú í 14 ár. Hann fekk 7.238 atkvøður, svarandi til 62,3 prosent. Valevnið hjá SNP fekk 3.369 atkvøður. 

Hóast liberalu vunnu stóran sigur, so gekk flokkurin fimm prosentstig aftur, meðan SNP hevði næstan somu framgongd.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder