Hetta skrivar Shetland News, sum umrøður upplatingina av Sandoyar tunlinum. Hetta hendir stutt eftir, at umboð úr oyggjunum Unst og Yell í Hetlandi herfyri vitjaðu í Føroyum fyri at kunna seg um tunlarnar her. Hesi umboða teir ongu íbúgvarnar í Hetlandi, sum halda, at tíðin er komin til at skifta mongu ferjurnar út við undirsjóvartunlar millum oyggjarnar.
Tað, sum hetlendingar hava bitið merki í, er tann sannroynd, at tað bara búgva 1200 fólk í Sandoynni, sum nú fáa ein tunnil, ið skal avloysa ferjuna. Víst verður á í Shetland News, at nýggi føroyski undirsjóvartunnilin varð tikin í brúk sama dag, sum allar ferjur í Hetlandi vegna nógvan vind máttu liggja við kei. Og henda støða hevur fingið hetlendingar at øvunda sandoyingum nýggja sambandið, sum ikki fer at verða ávirkað av nógvum vindi ella ódnarveðri annars í framtíðini.
Ryan Thomson, ovasti leiðarin í North Isles sigur, at tað má vera ein góð kensla hjá íbúgvunum í Sandoynni, at kunna ferðast uttan tær avmarkinga, sum ferjur hava við sær.
-Eg eri hugtikin av tí støðu Føroyar hava, at kunna taka egnar avgerðir fyri sítt egna fólk, sigur hann og leggur aftrat, at føroyingar nýtast ikki at skula fara 814 fjórðingar burtur í annað land at bidda um ein udirsjóvartunnil.
Alistair Carmichael, sum umboðar Orknoyggjar og Hetland í bretska parlamentinum sigur, at oyggjarnar eiga at brúka Føroyar sum fyrimynd og útbyggja undirstøðukervið við m.a. undirsjóvartunlum, men tað verður eisini neyðugt at halda fram við og menna nøkur av ferjusambondunum. Stóri spurningurin er nú at kunna leggja eina skilagóða ætlan fram fyri myndugleikunum, sum bæði fevnir um tunlar og ferjur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald