
Málið um at nýggja heimasíðan hjá Visit Faroe Islands, bygdagotur.fo, og heimasíðan hjá Pól Sundskarð, hikewithpol.fo, er nú tikin upp á politiskt stig.
Aksel V. Johannesen, tingmaður fyri Javnaðarflokkin, hevur sett Helga Abrahamsen, landsstýrismann í umhvørvis og vinnumálum, ein grein 52 fyrspurning um málið.
Tingmaðurin vil vita, um landsstýrismaðurin fer at seta eina kanning í verk, sum vísir, hvussu nýggja heimasíðan hjá Visit Faroe Islands er gjørd, soleiðis at tað kann staðfestast, um ákærurnar um kopiering, framd av einum almennum stovni, hava hald í veruleikanum ella ikki.
Í Degi og viku 26. mars 2021 var eitt innslag um nýggju heimasíðuna bygdagotur.fo hjá Visit Faroe Islands. Har var millum annað greitt frá, at henda heimasíða er eitt kopi av heimasíðuni hjá einum íverksetara, www.hikewithpol.fo, sigur Aksel V. Johannesen í viðmerkingunum til spurningin.
- Tá ein hyggur at hesum heimasíðum skerst ikki burtur, at tær líkjast nógv. Her er talan um ein persón, sum hevur nýtt sera nógva tíð og orku til at menna sína síðu, og tað er álvarasamt, um ein almennur stovnur ikki bara kappast móti einari lítlari privatari fyritøku við almennum pengum, men enntá ger tað við at kopiera tað, sum tann lítla fyritøkan hevur framleitt og eigur.
- Tað er óheppið, at ein almennur stovnur er undir illgruna fyri at hava kopierað hugskot og tilfar hjá eini privatari fyritøku. At ákærurnar og illgrunin um hetta framvegis hanga í luftini er til skaða fyri allar partar, sigur Aksel V. Johannesen.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald