Uttanlands

Hevur játtað at byrja at eta aftur

Tað fer helst at taka 24 dagar at enda hungursverkfallið stigvíst, sigur russiski andstøðupolitikarin Aleksej Navalnyj

Aleksej Navalnyj her saman við konuni, Julia Navalnaja í flogfarinum úr Berlin til Russlands (Mynd: EPA)

Aleksej Navalnyj her saman við konuni, Julia Navalnaja í flogfarinum úr Berlin til Russlands (Mynd: EPA)

2021-04-24 13:50 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Russiski andstøðupolitikarin, Aleksej Navalnyj sigur, at hann fer at byrja at eta aftur, eftir inniliga áheitan frá fleiri læknum, sum óttast fyri lívi hansara.

Tað fer helst at taka honum 24 dagar at enda hungursverkfallið stigvíst, sigur hann sambært Ritzau. Hungursverkfallið hjá Navalnyj byrjaði 31. mars.

Fríggjadagin varð hann kannaður á einum sjúkrahúsi í býnum Vladimir eystanfyri Moskva. Hann hevði gramt seg um álvarsama pínu í rygginum og kensluloysi í ørmum og beinum. Eftir hann ikki fekk ta læknahjálp, sum hann ynskti, gavst hann at eta.

Lækni hansara hevur áður sagt, at heilsan hjá honum er vánalig orsakað av hungursverkfallinum og helst eisini av eitranini í fjørsummar. Talan var um nervaeitrið Novitjok, og Navalnyj vil vera við, at tað er russiska stjórnin, sum stendur aftanfyri.

Í februar varð hann dømdur hálvttriðja ára fongsulsrevsing í fongsulslegu í býnum Pokrov eystanfyri Moskva.

Mikudagin luttóku túsundatals fólk í mótmælum kring alt Russland fyri at krevja, at Navalnyj varð kannaður av óheftum læknum. Fleiri kendir persónar undirskrivaðu herfyri eisini eitt opið bræv til russiska forsetan, Vladimir Putin. Í brævinum kravdu tey, at Navalnyj fekk læknahjálp. 

Millum tey, sum skrivaðu undir vóru J.K. Rowling, rithøvundurin handan Harry Potter-bøkurnar, Björn Ulvaeus úr ABBA, og týski rithøvundurin Herta Müller, sum í 2009 fekk bókmentaheiðursløn Nobels.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder