2018-09-14 12:24
Televeitarin Hey fer í næstum undir at bjóða fipur samband til privatkundar í samstarvi við almenna kervisfelagið FT-Net.
Tey fyrstu privatu húsarhaldini fáa møguleika fyri fipurbreiðbandi longu í ár og eftir ætlan fara at kalla øll húsarhald í landinum at fáa fipursamand innan fyri tey næstu 5-7 árini.
Í dag og í morgin skipar Hey fyri tiltaki á torginum í SMS har høvi millum annað er hjá almenninginum at uppliva rúkandi skjótt fipursamband og greitt verður nærri frá tøknini.
Ferðin á fipurið er munandi skjótari enn tað vit kenna í dag. Heilt upp til 1Gbit per sekund og tað fæst sjón fyri søgn á torginum í SMS í dag til kl 19 og í morgin til kl 18.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald