Innanlands

Hildu seg síggja grind í Kollafirði

Men skjótt bleiv staðfest at tað vóru nísur sum spældu sær í góðveðrinum

(Mynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

(Mynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

2025-03-07 07:58 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Beint áðrenn klokkan 13 seinnapartin í gjár varð ringt úr Kollafirði til løgregluna og boða frá tí, sum tey hildu vera grind út fyri Kjalnes.

Ein grindaformaður fór at hyggja og staðfesti, at talan var um nísur við ungum sum spældu sær í góðveðrinum.

Meira var ikki gjørt við tað.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder