Innanlands

"Hjálp, eg skal uttanlands at lesa" í kvøld og í annaðkvøld

Á árliga tiltakinum hjá Ó verður millum annað frágreiðing um, hvussu tað er at lesa ymsastaðni, og hvussu ein ger viðvíkjandi studningi

Til tiltakið í Havn í fjør - Mynd: Ó

Til tiltakið í Havn í fjør - Mynd: Ó

2019-07-31 14:23 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Nú nærkast tíðin, har nógv skulu undir hægri lesnað - bæði her í Føroyum og í útlondum.

Í kvøld klokkan 19, skipar Ó saman við Bank Nordik fyri tiltakinum "Hjálp, eg skal uttanlands at lesa", ið eisini hevur verið seinastu árini. Í kvøld er tað í Bank Nordik í høvuðsstaðnum - í annaðkvøld,  hóskvøldið 1. aug klokkan 19, í Bank Nordik í Saltangará.

Lesandi í teimum størstu donsku býunum, umframt lesandi í Stórabretlandi, Póllandi, Íslandi og USA koma at greiða frá, hvussu tað er at lesa í teimum ymsu støðunum. Umframt hetta verður kunning um praktisk viðurskifti viðvíkjandi tí at flyta og at lesa uttanlands. 

Ó boðar frá, at í fjør vóru yvir 150 ungdómar til tiltakið, har tað eisini ber til at vinna flogferðaseðlar og flytieskju.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder