Innanlands

"Hjólvelting" - ein bólkasúkklutúrur fyri øll

Hjólvelting, er altjóða rørslu, sum vil eggja fólki til at súkkla meira í gerandisdegnum nýta ódálkandi ferðahættir

2018-09-04 16:50 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Hjólvelting, ella «la vélorution» á fronskum, er heitið á altjóða rørslu, sum vil eggja fólki til at súkkla meira í gerandisdegnum og nýta ymsar ódálkandi ferðahættir.

Fríggjadagin 7. september verður súkklað av Glasi, nú ársins tema á Glasi er "Menniskjað og náttúran. Endamálið við tiltakinum er at varpa ljós á bleytu ferðsluna og vísa á, at súkklan er eitt gott flutningstól, sum nógv fleiri kundu brúkt í gerandisdegnum. Tað er umhvørvisvinarligt, sunt og stuttligt at súkkla saman, og so snýr tað seg eisini um at hjálpast at við at gera súkklur í stand.

Vit hita upp við Fólkaheilsuráðnum og Mariann Hansen, og stutt aftaná súkkla vit út á vegin "ein sum øll og øll sum ein", hógliga út eftir vegunum og oman ímóti býnum.

Endastøðin er Posthúskjallarin, har ið suppa verður at fáa.

Áðrenn Hjólveltingina bjóðar Ferðast Grønt øllum til súkkluverkstað á Glasi.


Ljóð og litir
Nýtið ringiklokkuna, ella dunnaldur-hornið, dúgliga til hetta høvið. Og um hugur er til tess, hangið so okkurt skemtiligt flags upp á hjólhest tygara.

- Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder