Í sambandi við almennu krónprinsavitjanina 23.-26. august seta Ungt virki og Fróðskaparsetur Føroya íverksetaraumhvørvið í miðdepilin, tá ið H.K.T. Krúnprinsurin vitjar Sjóvinnuhúsið, har hann fer at heilsa uppá íverksetarar og handa eina virðisløn til vinnaran av Creative Business Cup 2018.
Hósdagin 23. august verða Fróðskaparsetrið og nýggja Kongshøll í Sjóvinnuhúsinum karmur um føroyska partin av Creative Business Cup, ið er ein kapping millum íverksetarar. Vinnarin umboðar Føroyar í altjóða Creative Business Cup kappingini, ið verður í Keypmannahavn í november.
H.K.T. Krúnprinsurin vitjar í hesum sambandinum Fróðskaparsetrið og nýskapanarumhvørvið á Vestaru bryggju. Har fer hann at kunna seg um íverksetan í Føroyum, hitta tvær fyritøkur í Hugskotinum, SafeFriend og TechCare, umframt næmingafyritøkur, ið hava luttikið í íverksetaratiltakinum Ungum virki.
Ungt virki verður fyriskipað á føroyskum miðnámsskúlum á hvørjum ári og næmingafyritøkurnar, ið fara at hitta H.K.T. Krúnprinsin, eru Faroe Sea Beauty, sum vann føroyska meistaraheitið í 2018 og Faroese Sea Salt, sum vann bæði føroyska og danska meistaraheitið í 2013.
Vitjanin endar við, at H.K.T. Krúnprinsurin handar virðislønina til vinnaran av Creative Business Cup 2018.
Styrkja íverksetan í Føroyum
Í sambandi við tiltakið sigur Ólavur Ellefsen, stýrisformaður á Fróðskaparsetrinum:
- Fróðskaparsetrið er júst flutt inn í Sjóvinnuhúsið, har vit húsast saman við Hugskotinum og einum brúsandi íverksetanarumhvørvi. Eitt av málunum er at styrkja um vitanargrundarlagið og nýskapanarførleikarnar í Føroyum, soleiðis at vit menna nýggjar vinnur og fáa fleiri væleydnaðar fyritøkur.
Men hvussu kunnu vit fáa fleiri føroyingar at stovna egna fyritøku? Sambært Christian Vintergaard, stjóra í Fonden for Entreprenørskab, er svarið at finna í útbúgvingarskipanini:
- Undirvísing í íverksetan er við til at læra børn og ung at hugsa kreativt, síggja møguleikar og fremja hugskot í verki. Vit vita, at undirvísing í íverksetan er við til at økja um hugin hjá ungum at stovna egna fyritøku.
Fakta
Ungt virki er partur av Fonden for Entreprenørskab, sum er ein privatur vinnurekandi grunnur, ið hevur til endamáls at menna undirvísing í íverksetan í útbúgvingarskipanini. Fonden for Entreprenørskab hevur høvuðsskrivstovu í Odense og harafturat seks økisskrivstovur í Danmark, eina í Føroyum (Ungt virki) og eina í Grønlandi.
Creative Business Cup er ein altjóða íverksetarakapping, sum verður fyriskipað á hvørjum ári, og har øll við einum kreativum hugskoti kunnu luttaka. Fyriskiparar í Føroyum eru Vinnuframi, Íverksetarahúsið, Fróðskaparsetur Føroya og Hugskotið.
- Fonden for Entreprenørskab
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald