Innanlands

Høg valluttøka í Runavík

Áleið 30 prosent av teimum 2127, sum hava valrætt, hava valt í Bylgjuni higartil. Valstýrisformaðurin væntar hægri valluttøku og longri tíð til uppteljing enn áður

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2019-08-31 13:55 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Á middegi høvdu 465 valt í ítrottarhøllini í Runavík, og klokkan 13 var talið 625. Tað er heili 29.4 prosent, av teimum 2127 sum hava valrætt til valstaðið í Runavík. Á løgtingsvalinum í 2015 høvdu 17.2 prosent valt fyrstu tríggjar tímarnar. Hetta upplýsti Leivur Højgaard, valstýrisformaður, tá vit fyri lítlari løtu síðani vitjaði Bylgjuna í Runavík.

Meðan vit vóru har, var tað ein stríður streymur av fólki, sum komu at greiða atkvøðu, og Leivur Højgaard væntar, at valluttøkan hesaferð verður størri.

Seinast høvdu 2064 valrætt í størsta vastaðnum í Eysturoynni, og 88,2 prosent av teimum (1821 fólk) greiddu atkvøðu. Hesferð hava útvið 70 fleiri, 2127, valrætt 

Leivur upplýsir, at 165 hava greitt brævatkvøðu - seinasta var tað talið 122.

Sambært valstýrisformanninum er tað vanliga liðugt at telja upp í Runavík millum 21.15 og 21.30, men hesaferð fer klokkan helst at nærkast 22, áðrenn úrslitið fyriliggur, sigur Leivur Højgaard.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder