69 ára gamli Emile Ratelband tapti í gjár í málinum, sum hevði gjørt hann 20 ár yngri, um hann vann. Sambært BBC noktaði rætturin í Arnhem í Hollandi fyri at broyta hansara føðidag til 11. mars 1969.
Emile Ratelband var farin rættin fyri at fáa broytt sín føðidag, tí at hann heldur, at hann er fyri mismuni á arbeiðsmarknaðinum, og tá hann skal á stevnumøti. Emilie Ratelband kennir seg 20 ár yngri enn hann ger, og heldur at tað eigur at geva honum rætt til at broyta føðidag.
- Vit liva í eini tíð, har tú kann broyta navn og kyn. Hví kann eg ikki sleppa at avgera hvussu gamal eg eri, spurdi Emile Ratelband eftir at rætturin hevði sagt dómin.
Rætturin var samdur í at aldurin er partur av samleikanum hjá einum persóni, men at ein broyting av aldri hevur størri avleiðingar enn broyting av navni ella kyni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald