Ein lokaluppgerð millum fótbóltsliðini Olimpia og Motagua uttanfyri Tegucigalpa's National Stadium í Honduras endi við blóðugum ófriði millum fjepparar hjá báðum liðunum í gjárkvøldið.
Úrslitið av hesum var, at trý fólk lótu lív, og at tíggju fólk vórðu særd. Ein av teimum særdu er ein drongur, og hjá trimum øðrum er støðan hættislig, skrivar Politiken.
Ófriðurin byrjaði við, at ein bólkur av fjepparum hjá Olimpias gjørdu herverk á ein buss við leikarum hjá mótstøðuliðnum.
Fjepparar byrjaðu at kasta steinar eftir bussinum, og hetta hevði við sær, at leikarir, ið enn vóru í bussinum, vórðu raktir av knústum glasi.
Tríggir leikrarir hjá Motagua - Emilio Izaguirre, Roberto Moreira, og Jonathan Rougier, vórðu koyrdir á sjúkrahúsið við sárum í andlitinum.
- Óhóskandi og syndarligt, skrivar Motagua á Twitter, og heitir felagið á myndugleikarnar um at revsa tey, sum standa aftanfyri.
Dysturin, sum skuldi vera í gjár varð avlýstur, og væntað varð, at uml. 20.000 fjepparar ætlaðu sær til dystin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald