Uttanlands

Hong Kong: Mótmælini halda fram

Í gjár varð neyðugt at steingja flogvøllin eina løtu, og nú eru allar flogferðirnar í dag avlýstar

Carrie Lam og Xi Jinping - mótmælisfólk í Hong Kong eru ónøgd við Kina

Carrie Lam og Xi Jinping - mótmælisfólk í Hong Kong eru ónøgd við Kina

2019-08-13 10:33 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Aftur í dag er fleiri túsind fólk og mótmæltu við flogvøllin í Hong Kong. Hetta skrivar tíðindastovan AFP. Støðan í gjár gjørdist so órólig, at einki virksemi var á flogvøllinum eina løtu. 

Carrie Lam, politiskur leiðari, hevur ávarað mótmælisfólkini um at halda fram við harðligu mótmælunum. Hon sigur, at hetta kann seta Hong Kong á eina skeiva kós, ið er vandamikil og trupul at venda aftur frá.

Mótmælini snúgva seg um eina lóg, ið varð sett í gildi í apríl, sum sigur, at borgarar í Hong Kong sum hava framt brotsgerðir ímóti Kina, kunnu verða útflutt. Hetta vilja mótmælisfólk verða við at geva Kina meira vald yvir Hong Kong.

Tey ið mótmæla nú vilja eisini hava, at tey ið hava mótmælt fyrr í ár og eru handtikin fáa grið. Mótmælisfólkini í Hong Kong eru eisini ónøgd við, at løgreglan hevur verið so ógvuslig, og nøkur vilja sambært BBC hava Carrie Lam frá. 

AP skrivar seint fyrrapartin, at nú eru allar flogferðirnar í dag avlýstar. 

Dagført: 10.45

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder