Ríkmaðurin Jimmy Lai, ein av mest týðandi fólkaræðisstríðsmonnunum í Hong Kong, fekk fríggjadagin 14 mánaðar fongsulsrevsing fyri at hava luttikið í mótmælistiltøkum móti stýrinum í Beijing.
73 ára gamli Jimmy Lai eigur miðilin Apple Daily, og hann hevur verið ein av størstu kritikarunum hjá myndugleikunum í Hong Kong.
Tað var fyrr í hesum mánaðinum, at ríkmaðurin varð funnin sekur í at hava luttikið í teimum báðum mótmælistiltøkunum, sum vóru í august 2019. Jimmy Lai hevur ikki fingið slíkan dóm áður, skrivar Jyllands-Posten.
Fríggjadagin vórðu fleiri onnur stríðsfólk eisini revsaði fyri at hava luttikið í mótmælunum ávikavíst 18. og 31. august 2019.
Stríðsfólkini eru m.a. dømd fyri at hava brotið umstríddu trygdarlógina hjá Hong Kong, sum kom í gildi í juni 2020, og sum lond í vesturheiminum ferð eftir ferð hava funnist at.
Mannarættindafelagsskapir halda, at trygdarlógin tekur talufrælsið og onnur grundleggjandi frælsisrættindi frá borgarunum í Hong Kong.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald