Uttanlands

Høvdu pilkað við trygdarskipanina

Trý fólk eru handtikin fyri manndráp eftir at ein lifta í rennistrongi datt niður sunnudagin og 14 fólk lótu lív

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2021-05-26 07:06 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Trý fólk eru handtikin eftir eina rennistrongsvanlukku í Italia sunnudagin, sum kravdi 14 mannalív. Tað boðar italska Ansa tíðindastovan frá í dag.

Vanlukkan hendi í Piemonte í Norðuritalia, nærhendis Maggiore-vatninum.

Rennistrongurin gongur frá frítíðarbýnum Stresa upp til toppin á 1.500 metra høga fjallinum Mattarone.

Tey handtiknu eru trý leiðandi starvsfólk í felagnum, sum eigur og rekur rennistrongin, ein verkfrøðingur, stjórin og rakstrarstjórin.

Sambært ákæranum í Verbania-landslutinum, hava hesi trý framt eina “tilvitaða gerð”.

Ákærin greiðir frá, at kanningarnar av vanlukkuni vísa, at onkur hevur “pilkað við” trygdarskipanina fyri at sleppa undan seinkingum á rennistronginum.

Ein neyðbremsa varð gjørd óvirkin, sambært ákæranum, og tí bar ikki til at sláa neyðbremsuna til, tá ein veirur slitnaði.

Teir tríggir persónarnir verða tí nú millum annað ákærdir fyri óviljað manndráp, skrivar Ansa.

Upptøkur frá vanlukkuni vísa, at ein veirur slitnar, tá liftan nærkast støðini uppi á fjallatoppinum. Hetta fær liftina at falla oman aftur. Fleiri av teimum 15 fólkunum í liftini verða slongd út.

Tann einasti, sum kom frá hendingini við lívinum, er ein drongur, sum misti bæði foreldrini og eitt yngri systkin í vanlukkuni. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder