Uttanlands

Huawei missir fleiri marknaðir

Samskiftisveitarar himprast við at brúka kinverska tøkni til teirra 5G net

Savnsmynd

Savnsmynd

2018-12-17 07:59 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Kinverska telefyritøkan Huawei er komin undir trýst í tveimum av stóru marknaðunum í Evropa, skrivar amerikanski miðilin CNN.

Televeitarin Orange vil ikki brúka Huawei útgerð í sambandi við sítt 5G netverk í Fraklandi, og týska Deutsche Telekom sigur seg nú eisini kanna síni innkeyp av útgerð frá Huawei.

Kinverska fyritøkan, sum selur snildtelefonir og telesamskiftisútgerð, er yvirhøvur undir herdum eftirliti í USA og øðrum londum, har almenn starvsfólk hava ávarað móti trygdarvandum við at nýta útgerð frá Huawei.

Tá fíggjarstjórin í fyritøkuni, Meng Wanzhou, varð handtikin í Kanada herfyri, reistust enn fleiri spurningar, og nú bíðar hon eftir rættarmáli fyri at finna útav um hon skal flýggjast til USA, har hon er undir skuldsetingum fyri at hava hjálpt Huawei at snúgva sær undan revsitiltøkunum mótvegis Iran.

Orange, sum er størsti televeitari í Fraklandi, boðaði fríggjadagin frá, at Huawei ikki verður við í sambandi við 5G útbyggingina.

- Vit fara ikki at samstarva við Huawei, men fara at samstarva við okkara vanligu veitarar, Ericsson og Nokia, hevur stjórin í Orange, Stepane Richard, sagt sambært CNN.

Huawei er frammanundan boykottað av amerikanska marknaðinum, har fyritøkan er undir áhaldandi skuldsetingum fyri at arbeiða fyri at fremja áhugamál hjá kinesisku stjórnini.

Trygdartænastur kring heimin óttast fyri hvørja ávirkan tað fer at hava í framtíðini, um útgerð hjá Huawei verður knýtt til eindir, so sum snildtelefonir og internetútgerð kring heimin.

Ný Sæland og Avstralia hava forðað fyri at Huawei verður brúkt í teirra 5G netútgerð, og British Telecom í Bretlandi boðaði eisini í farnu viku frá, at tey ikki fóru at brúka Huawei í teirra 5G netverki.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder