Uttanlands

Huawei revsar starvsfólk fyri Twitter-boð

Starvsfólkini vóru óansin tá tey sendu boðini við eini iPhone

2019-01-04 14:25 Author image
Ari av Rana
placeholder

Kinesiski tøknirisin Huawei hevur revsa tvey starvsfólk, tí at hesi vóru óansin, tá tey skrivaðu eini boð á Twitter við almenna brúkaranum hjá Huawei. Starvsfólkið ansaði ikki eftir, at tað sást, at tey skrivaðu boðini við eini iPhone.

Huawei sigur við Reuters, at starvsfólkini hava veitt skaða á brandið hjá Huawei, tá tað sást á boðunum, at boðini vóru skrivaði við eini iPhone, sum Apple framleiðir. Apple er størsti kappingarneytin hjá Huawei.

- Gott #2019 frá okkum øllum í Huawei. Okkara nýggjársynski hetta nýggjárið er at geva tær fleiri orsøkir til at halda samband við tey tú ert góður við, stendur í boðunum á Twitter.

Men tá tú skrivar á Twitter við eini telefon, stendur hvat merki telefonin er. Og undir boðunum stóð “via Twitter til iPhone”.

Huawei sigur, at mistakið hendi, tá marknaðardeildin hevði trupulleikar við netinum í samband við nýggjárið. Tí var neyðugt at brúka eina iPhone fyri at fáa boðini út, meðan nýggjár enn var.

Tey, sum sendu boðini eru sett í lægri starv, við eini løn, sum er 4500 kr. minni enn áður. Tann eini, stjórin fyri talgilda marknaðarføring, hevur eisini fingið sína løn fastfrysta í 12 mánaðir.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder