Uttanlands

Huawei sagt kinesiskan mann úr starvi

Maðurin, sum var undir illgruna fyri at njósnast í Póllandi er nú uppsagdur

Mynd: EPA

Mynd: EPA

2019-01-12 18:46 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Kinesiski maðurin, sum í gjár varð handtikin í Póllandi, tí hann var undir illgruna fyri at vera njósnari, er nú koyrdur úr starvi.

Les eisini: Starvsfólk hjá Huawei handtikið fyri at njósnast í Póllandi

Hesum boðar Huawei frá, sambært DR.

Huawei sigur í viðmerking, at gerðirnar hjá manninum einki høvdu við fyritøkuna at gera.

- Huawei fylgir øllum lógum og reglum í teimum londunum, har fyritøkan virkar, og vit krevja, at starvsfólk okkara gera tað sama, verður sagt úr Huawei.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder