Mentan

Hundrað ár síðani fyrsta kvinna varð vald í kommunustýrið

Í kvøld verður bókaframløga í Mettustovu. Tað er Demokratia, sum ehvur givið bók út í sambandi við, at tað eru hundrað ár síðani, at fyrsta kvinnan varð vald í kommunustýrið

2018-12-18 08:27 Author image
Regin Winther Poulsen
placeholder

Demokratia hevur givið nýggja bók út í samband við at tað eru hundrað ár síðani, at fyrsta kvinnan varð vald í kommunustýri, og tí verður bókaframløga í Mettustovu í dag.

Tann fyrsta kvinnan, sum varð vald var um Jóhanna Mortensen, sum varð vald í Froðba. Í Góðan Morgun Føroyar í morgun segði forkvinnan í Demokratia, Marna Jacobsen, at Jóhanna Mortensen var eisini ímillum tær fyrstu kvinnurnar í Føroyum, sum fingu sær læraraútbúgving. 

Bókin, sum Demokratia gevur út eitur "Kvinnur í kommunupolitikki 1918-2018", og tað er Marna Jacobsen, sum hevur ritstjórna bókina. Móttøka verður í Mettustovu klokkan 19.00 í kvøld. Bókin er ókeypis og kann fáast á bókasøvnum kring landið. 

Á heimasíðuni hjá Demokratia stendur soleiðis greitt frá um bókina: 

- Í bókini verður m.a. spurningurin, hví so fáar kvinnur eru umboðaðar í kommunupolitikki, og hvussu tær umboða mál í kommunuhøpi, viðgjørdur í fleiri greinum. Eisini er yvirlit yvir, hvørjar kvinnur eru fyrst valdar í ymsu kommunustýrunum frá 1918 til í dag. Haraftrat er yvirlit yvir marksetandi, søguligar hendingar, sum hava havt og framvegis hava týdning fyri kvinnur.

 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder