Innanlands

Hundur fór til handils og fólk óttaðust fyri fullum fiskara

Løgreglan hevði fleiri smærri uppgávur í gjár

Tilvildarlig mynd (Mynd: Jens Kr. Vang)

Tilvildarlig mynd (Mynd: Jens Kr. Vang)

2019-06-17 10:25 Author image
Ari av Rana
placeholder

Umframt eitt ferðsluóhapp og fleiri skrásetingar av bátum, sum eru á veg til Íslands, hevði løgreglan eisini fleiri smærri uppgávur í gjár.

Fólk í Klaksvík hava verið nakað bilsin, tá ein hundur fór til handils í býnum. Løgreglan fekk fráboðan um leysa hundin, sum hevði leitað sær inn í ein handil. Hundafangarin varð sendur eftir hundinum, og eigarin fekk bót fyri at hundurin gekk leysur.

Fleiri fráboðanir komu eisini at Skipanesi í gjár, har ein maður gekk á bryggjuni og fiskaði. Maðurin varð týðiliga ávirkaður av rúsdrekka, og tey sum ringdu til løgregluna óttaðust fyri at maðurin fór at detta á sjógv. Alt spældi tó væl av, tí at maðurin var farin til húsar tá løgreglan kom á staðið.

Eitt ferðsluóhapp var við Mjáuvatn á Streymoynni fyrradagin, har ein maður á motorsúkklu rendi á ein seyð. Løgreglan minnir í hesum sambandinum um fólk um, at tey eiga at melda slík óhapp til tryggingina. Alt ov ofta fær tryggingin eingi boð og bóndin fær einki endurgjald fyri mista seyðin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder