Innanlands

Húsið í nýggjum hølum

Virkishúsið fyri ung í Klaksvík letur upp í nýggjum hølum í Atlantis

2018-08-19 20:28 Author image
Sverri Egholm

Í vikuni var almenn móttøka í samband við, at Húsið nú letur upp í nýggjum hølum í Bøgøtu.

Virkishúsið fyri ung, sum síðan byrjanina í 2006 hevur verið staðsett í gamla Norðoya banka á Klaksvíksvegnum, letur í morgin upp í nýggju hølunum í Atlantis á Bøgøtu. Gjøgnum summarið hevur verið arbeitt flestu tímar av samdøgrinum fyri at fáa ovastu hæddina í bygninginum klára, og í næstum verður eisini farið undir umvælingararbeiðið í niðastu hædd, har ítrivsrúm skulu gerast til tey ungu.

Beinta Á. Gregersen er í verkætlanarstarvi sum leiðari fyri Húsið, og afturat sær hevur hon fýra starvsfólk, sum øll gleða seg til at taka ímóti børnunum og teimum ungu frá komandi mánadegi. Umframt Beintu starvast í Húsinum: Eyðvør Klakstein, Bjørg Jarnskor, Hans Edward Andreasen og Johnny Olsen. 

Virkishúsið er fyri øll børn og ung í 3. flokki og upp til 18 ára aldur. Upplatingartíðirnar eru skipaðar soleiðis, at opið er fyri teimum yngru frá kl. 13-17, meðan opið er fyri teimum eldru um kvøldarnar og í vikuskiftunum. 

Til móttøkuna bjóðaði Beina Á. Gregersen, leiðari vælkomin og greiddi frá nýggju hølunum, umframt at hon eisini fortaldi um nýggju starvsfólkini og nøkur av teimum nýggju átøkunum, sum byrja, nú Húsið letur upp aftur. Eftir hetta helt Jógvan Skorheim, borgarstjóri røðu, og harumframt var eisini borðreitt við ymiskum góðum til bæði børn og vaksin. 

placeholder
placeholder