"Nógv kjak hevur verið seinastu dagarnar um bústaðartrupulleikan í Føroyum, og ein loysn til trupulleikan er - sambært fleiri, sum hava verið frammi, umframt komandi uppskotinum hjá Sonju Jógvansdóttir - at kommunurnar skulu fáa heimild at byggja leiguíbúðir.
"Trupulleikin er øgiliga stórur, og fleiri standa og mangla bústað.
"Higartil hevur einasta svarið til trupulleikan frá almennu Føroyum verið Bústaðir. Tó so hevur Bústaðir fleiri ferðir víst á, at tey megna ikki sjálv at loysa henda stóra mangulin av bústøðum."
Soleiðis byrjar lesarabrævið hjá Huxa, sum er sent miðlunum í dag.
"Nógv hava eisini funnist at teimum privatu, tí tey ikki taka størri lut í at loysa henda trupulleikan. Men tað er eyðsæð, at tá ið tann almenni byggjarin er í nógv betri kappingarstøðu enn tann privati, so loysir tað seg øgiliga illa hjá teimum privatu at koma við í leikin," skrivar Tummas Jóhan í Djónastovu, formaður í Huxa.
Í lesarabrævinum verður t.d. víst á, at fyritøkan MARK má keypa grundstykkir fyri fleiri milliónir, meðan Bústaðir fær tað sama fyri eina krónu.
Byrjan til loysnina til bústaðartrupulleikan kann, sambært Huxa, vera at geva privatum og almennum feløgum líkarætt.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald