Fyri fyrstu ferð í 20 ár eru hvítabjarnarungar føddir í ZOO djóragarðinum í Keypmannahavn.
Djóragarðurin kundi í dag kunngera, at leygarmorguni føddi hvítabjørnin, ið rópast Lynn, tveir ungar í eini serliga føðingarholu, ið er gjørd til endamálið. Seinni varð tó staðfest, at annar ungin ikki yvirlivdi.
Tað hava ikki verið hvítabjarnaungar í ZOO síðan 1996.
- Hetta er ein stórhending fyri okkum. Hetta er úrslit av einum miðvísum og stórum arbeiði, sum okkara dugnaligu djórafrøðingar og -ansarar hava gjørt. Nú er tað av týdningi, at bjørnin og ungin fáa størst møguligan frið. Tær fyrstu tvær til tríggjar vikurnar eru avgerandi fyri um tað eydnast unganum at yvirliva, greiðir Bengt Holst, vísundaligur stjóri fyri djóragarðin frá á heimasíðuni zoo.dk.
Hvítabjarnarungin og kvennbjørnin vera verðandi í føðingarhíðnum teir báðar fyrstu mánaðirnar í lívinum hjá unganum. Tí kunnu gestir í djóragarðinum ikki vænta at síggja ungan fyrr enn einaferð í februar ella mars mánaði.
Hin kvennbjørnin í djórðagarðinum, Noel, hevur atgongd til egið føðingarhíð. Men einki bendir á, at hon er kviðin, hóast báðar vórðu sprungnar av kallbjørnini, Nord, í apríl mánaði.
Føðingin var upptikin av vakmyndatóli í føðingarhíðnum. Sí filmsbrotið herundir:
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald