Uttanlands

Hvítarussisk flogfør sleppa ikki at flúgva yvir lettlendska loftrúmið

ES hevur eisini heitt á flogfeløg í Evropa um ikki at flúgva yvir Hvítarussland

Tað varð eitt flogfar hjá Ryanair, sum sunnudagin varð noytt at millumlenda í Minsk (Savnsmynd)

Tað varð eitt flogfar hjá Ryanair, sum sunnudagin varð noytt at millumlenda í Minsk (Savnsmynd)

2021-05-26 16:39 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Stýrið í Lettlandi hevur nú givið flogfeløgum í Hvítarusslandi forboð móti at flúgva yvir lettlendska loftrúmið. Flogfør, sum flúgva úr lettlenskum floghavnum ella skulu flúgva til Lettlands, verða eisini biðin um ikki at flúgva yvir hvítarussiska loftrúmið.

Sambært talsfólki hjá lettlendsku stjórnini er enn ikki ásett, hvussu leingi forboðið verður galdandi. Tað verður tillagað, um trygdarstøðan broytist.

Orsøkin er, at Hvítarussland sunnudagin noyddi eitt flogfar hjá Ryanair, sum varð ávegis til Litava úr Grikkalandi, at millumlenda í Minsk. Umborð á flogfarinum var hvítarussiski andstøðustríðsmaðurin Roman Protasevitj og unnusta hansara. Tey vórðu bæði handtikin undir millumlendingini.

Sambært Ritzau ætlar ES at banna hvítarussiskum flogførum at flúgva í loftrúminum hjá ES, men enn er eingin avgerð tikin.

Fleiri ES-lond hava koldømt gerðina hjá Hvítarusslandi, sum varð framd eftir boðum frá forsetanum, Aleksandr Lukasjenko, og hevur ES heitt á flogfeløg í Evropa um ikki at flúgva í hvítarussiska loftrúminum. Fleiri flogfeløg, harímillum Air-France-KLM, Lufthansa, Finnair og SAS hava sagt, at tey ætla at fylgja áheitanini.

Frágreiðingin hjá Lukasjenko er, at talan var um eina bumbuhóttan.

– Eg bar meg lógliga at fyri at verja okkara fólk, sigur hann, eftir at bæði ES og USA hava tikið stig til revsitiltøk móti stjórn hansara.

Lukasjenko vil vera við, at talan var um eina bumbuhóttan móti flogfarinum. Hóttanin kom úr Sveis, sigur hann. Hetta kennir stjórnin í Sveis tó einki til, sigur hon í eini fráboðan í dag.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder