Hvítu Húsini leggja trýst á stóra amerikonsku flogfeløgini fyri at fáa tey at lata øll síni starvsfólk koppsett fyri koronu áðrenn 8. desember.
Tað er longu krav, at øll, ið starvast hjá privatum fyritøkum, sum fremja uppgávur fyri amerikanska statin, skulu vera liðugt koppsett til ta tíð, og stóru flogfeløgini hava eisini avtalur við statin.
Sambært tíðindastovuni Reuters er ikki líkt til, at tíðarfreistin verður broytt.
Umboð fyri Hvítu Húsini hava verið í sambandi við forstjórar í American Airlines, Delta Airlines og Southwest Airlines fyri at tryggja sær, at arbeitt verður við at fáa øll koppsett.
Fyri American Airlines merkir hetta, at yvir 100.000 starvsfólk skulu koppsetast. Tó verða undantøk gjørd, um ein persónur ikki kann lata seg koppseta av heilsuávum ella átrúnaði.
Doug Parker, ovasti stjóri í flogfelagnum sigur, sambært Ritzau, tað vera greitt, at starvsfólk, sum ikki vilja lata seg koppseta, ikki kunnu arbeiða fyri tey.
Hjá United Airlines, ið er fjórðstørsta flogfelagið í USA, eru 99,5 prosent av starvsfólkunum í USA koppsett. Hjá Delta Airlines eru 84 prosent av starvsfólkunum liðugt koppsett.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald