Í gjárkvøldið gjørdist greitt, at Italia vann Eurovision Song Contest 2021. Tað var bólkurin Måneskin við lagnum “Zitti e buoni”, sum vann við 524 stigum.
Les eisini: Italia vann Eurovision
Ísland, sum varð umboðað av bólkinum Daði og Gagnamagnið við lagnum “10 years” var tað norðurlendska landið, sum kláraði seg best.
Ísland endaði á fjórða plássi við 378 stigum. Finnland endaði á 6. plássi við 301 stigi, Svøríki endaði á 14. plássi við 109 stigum, og Noreg endaði á 18. plássi við 75 stigum.
Tað einasta norðurlandið, sum ikki kom víðari til finaluna var Danmark.
Men bólkurin Fyr og Flamme, sum umboðaðu Danmark við lagnum "Øve os på hinanden", var annars nær við at koma í finaluna. Tað vísa tølini, sum heimasíðan eurovision.tv hevur almannakunngjørt.
Tíggju tey bestu londini úr hvørjari hálvfinalu sluppu víðari til finaluna, og í seinnu hálvfinaluni hósdagin endaði Danmark á einum 11. plássi við 89 stigum.
Bæði dómsnevndirnar og hyggjararnir úr ymsu londunum skuldu atkvøða, og hevði tað bert verið upp til hyggjararnar, var Danmark endað í finaluni. Danmark fekk nevniliga stig frá hyggjarum úr øllum londunum uttan Moldova, og við samanløgdum 80 stigum hevði tað blivið til eitt 7. pláss til Fyr og Flamme, skrivar DR.
Men dómsnevndirnar vóru ikki samdar við hyggjarunum, og frá teimum fekk Danmark bert níggju stig. Tað vóru dómsnevndirnar úr Íslandi, Finnlandi, Eysturríki og Kekkia, sum góvu donsku luttakurunum stig.
Men hóast Danmark endaði á einum 11. plássi, var danski bólkurin langt aftanfyri Albania, sum endaði á 10. plássi, heili 23 stig frammanfyri.
Les eisini: Fyri fyrstu ferð í seks ár – Fekk nul stig
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald