Om.fo: So er dagurin upprunnin. Vit eru vaknað til ein deiligan dag her í Offenburg. Veðrið er svalligari enn í gjár, og hann lovar nakað av regni seinnapartin og í morgin. Men – man er jú føroyingur, so tað fer ikki at bila.
Einaferð mitt í nátt kom bussur við 48 føroyingum, sum høvdu koyrt langa teinin úr Keypmannahavn. So nú eru flestu føroyingarnir komnir. Nakrir, sum hava reist sjálvir, leggjast afturat, sum dagurin líður, og skjótt eru vit allir 370 savnaðir her á lutfalsliga lítla økinum í Suðurtýsklandi.
Evnið á leguni í ár er: Inspired – ella sum tey hava týtt tað til føroyingarnar “At kveikja”.
Øll vit, sum á ein ella annan hátt hjálpa til á leguni, hava fingið eina hondbók við upplýsingum, ráðum og leiðbeiningum. Har stendur m.a. um evnið hesuferð:
“Ein og tá ið Gud skapti heimin og blásti lívsanda, soleiðis blæsur Hann enn lívsanda í øll, sum hann hevur skapt. Tí KVEIKIR Gud okkum, so vit kunnu endurspegla Hann í øllum, sum vit siga og gera. Tá onnur síggja Anda Guds í okkum, kunnu tey eisini verða KVEIKT til at liva og elska, sum Hann ætlaði.”
Skrivað hevur Eyðun á Lakjuni, om.fo
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald