Uttanlands

Í dag fara spaniólar á val

Valluttøkan er nakað lægri hesuferð enn til seinasta val í apríl

Mynd: EPA

Mynd: EPA

2019-11-10 14:58 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í dag skulu spaniólar á val fyri fjórðu ferð í fýra ár, og sambært Reuters, er valluttøkan í dag nakað lægri enn á seinasta vali í apríl.

Klokkan eitt føroyska tíð, var valluttøkan 37,9 prosent í mun til 41,5 prosent um somu tíð í apríl.

Í valstríðnum hesuferð er tað serliga katalanska loysingarstríðið, sum fyllir nógv.

Tað var 1. oktober í 2017, at Katalonia hevði fólkaatkvøðu um loysing, har ein greiður meiriluti atkvøddi fyri, men sambært sponsku stjórnini var fólkaatkvøðan ólóglig.

Allir stórir spanskir flokkar eru ímóti at loyva Katalonia, sum er ein av fólkaríkastu landspartunum í Spania, at loysa.

Sambært Ritzau er hetta eisini ein av orsøkunum til, at spaniólar skulu á val í dag.

Fyrst í 2019 misti spanski forsætisráðharrin, Pedro Sánchez úr sosialdemokratiska flokkinum PSOE neviliga meirilutan eftir einum hálvum ári. Hann noktaði at loyva Katalonia at skipa fyri nýggjari, bindandi fólkaatkvøðu um loysing, og hetta var orsøkin til, at katalansku flokkarnir tóku sín stuðul aftur.

Hetta elvdi til valið í apríl, har PSOE hevði framgongd, men tað var enn ikki nóg mikið til, at skipa stjórn, og tí skal aftur veljast í dag.

Ófriður í Katalonia

Seinastu vikurnar hevur ófriður eisini verið í Katalonia, og ógvuslig mótmæli hava verið í katalonska høvuðsstaðnum Barcelona. Orsøkin til hetta var, at spanski hægstirætturin í oktober gav níggju katalanskum politikarum tilsamans 100 ára fongsulsrevsing fyri at hava eggjað til uppreistur í sambandi við fólkaatkvøðuna í 2017.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder