Føroya størsta bygningsverkætlan nakrantíð er nú komin hartil, at dyrnar verða latnar upp fyri almenninginum at síggja hendan nýggja og snotuliga skúladepilin í høvuðsstaðnum.
Í dag verður almenn móttøka á Glasi við undirhaldi og røðum, har møguleiki eisini verður at síggja nýggja miðnámsskúlan.
Skráin:
14.30: Dyrnar lata upp. Finnur Hansen Trio spælir í Atrium
15.00: Hátíðarhaldið í Atrium byrjar við hesari skrá:
- Bólkurin FRUM framførir
- Ewald Kjølbro, stjóri á Landsverki, bjóðar vælkomin
- Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum, heldur røðu
- Kantata
- Bogi Bech Jensen, stjóri á Glasi, heldur røðu
- Bjarke Ingels, arkitektur, BIG, heldur røðu
- Rosan Bosch, innandura sniðgevi, Rosan Bosch Studio, heldur røðu
- Jógvan Fríðriksson, biskupur, heldur røðu
- Havnarkórið syngur
- Dyrnar lata aftur klokkan 18.00
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald