Í hesum døgum er serligur filmsfestivalur, har ið minnilutar eru í miðdeplinum, í perluni í Havn. Í hesum sambandi verður pallborðsfundur í Perluni klokkan trý. Evnið er jødahatur og islamofobi.
- Jødahatur og islamofobi ger støðugt um seg, nú tølini vísa, at alsamt fleiri fremja haturbrotsverk ímóti jødum og muslimum. Hvør hevur skyldina? Hvør er orsøkin? Hvussu kunnu vit stevna ímóti einari friðarligari samtilveru?
Tað skriva fyriskiparinir av festivalinum millum annað á Facebook.
Í pallborðinum luttaka Donia Issa (The Field) – ein friðaraktivistur úr Palestina og Ísrael, Daniella Maja Nahor Ssitou (Copenhagen Jewish Film Festival), sum fæst við eina jødiska-muslimska-tvørmentanarliga samskiftisskrá í Keypmannahavn, og síðst men ikki minst – Yavuz Kurtulmus (Transition Film Festival Vienna), ættaður úr Turkalandi, men sum byrjaði queer-migrant-rørsluna í Eysturríki.
Heini í Skorðini er orðstýrari til kjakið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald