
Tað hevur verið stór mótstøða frá grannunum undir Kongavarða ímóti ætlaðu íbúðarbyggingini har. Ætlanin var, at 94 leigíbúðir skuldu byggjast har.
Tórshavnar Kommuna skrivar á heimasíðu sínari, at borgarstjórin hevur vent sær til byggiharran, MARK, fyri at fáa málið loyst.
Byggiharrin er sinnaður at tillaga teirra ætlan, soleiðis at hon í størri mun tekur atlit til viðmerkingarnar frá grannunum. Um hetta ikki eydnast verður sambært Tórshavnar Kommunu roynt at finna eitt líknandi stykki at byggja á.
- Vit eru tí farin inn í eina tilgongd at kanna, um hetta ber til løgfrøðiliga, býarskipanarliga og politiskt, sigur Annika Olsen, borgarstjóri.
Uppskotið til broytta byggisamtykt í samband við íbúðarbyggingina undir Kongavarða liggur enn frammi til almenna hoyring. Freistin at senda kommununi viðmerkingar og broytingaruppskot er 30. august 2019. Annika Olsen sigur, at byggingin á økinum á Argjum hevði hjálpt at loyst bústaðartrotið, men at tað skal gerast virðiligt:
- Tað liggur mær á hjarta at loysa bústaðartrotið í kommununi, og í løtuni standa ikki færri enn 171 fólk á bíðilista til íbúðirnar undir Kongavarða. Tað skal sjálvsagt gerast við virðing fyri borgarum, ið búgva í kommununi, og tí ynski eg, at ein skilagóð loysn verður funnin, ið gongur øllum avvarðandi pørtum á møti,
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald