2018-08-14 15:14
Í minsta lagi 11 fólk hava latið lív í vanlukkuni í Italia, tá ein motorvegabrúgv rapaði beint fyri middag í dag, sambært italienskum miðlum, harímillum RAI og La Republicca.
Italienska tíðindastovan ANSA skrivar, at fleiri kroystir bilar við deyðum fólki liggja undir brotunum, men í minsta lagi tvey fólk eru fingin úr bilunum á lívi.
Italienska løgreglan vil vera við, at ein ógvusligur stormur við hvirlum upp í 57 kilometrar um tíman um tað mundið var atvold til, at brúgvin rapaði. Tað skrivar sjónvarpsrásin CNN.
Italienska løgreglan hevur deilt eitt video á Twitter av løtuni, tá ið brúgvin gav eftir og rapaði, sum kann síggjast niðanfyri.
#14agosto il video del crollo di #PonteMorandi a #Genova Polcevera Morandi@VAIstradeanas @DPCgov @emergenzavvf @Viminale @ComunediGenova @StradeAnas pic.twitter.com/9viaWCfAcu
— Polizia di Stato (@poliziadistato) August 14, 2018
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald