Í november sleppa borgarar í Avstralia aftur at ferðast uttanlands. Tað sigur avstralski forsætisráðharrin, Scott Morrison. Hann heldur, at tað er tíð at geva fólkinum lívið aftur, sigur hann.
Harvið verður eitt av strangastu koronutiltøkunum, sum hevur verið í gildi seinastu 18 mánaðirnar, sett úr gildi aftur.
Í fyrsta umfari verður hetta galdandi fyri avstralskar ríkisborgarar og onnur, ið hava permanent upphildasloyvi í landinum. Væntandi verða fleiri broytingar gjørdar í næstum, sum eisini fer at loyva øðrum at ferðast inn í landið, skrivar Ritzau.
Tað var í mars 2020, at Scott Morrison stongdi mørkini til Avstralia, og síðan tá hevur bert eitt avmarkað tal av fólki fingið loyvi at fara av landinum. Eitt avmarkað tal av avstralskum ríkisborgarum og persónum við upphildsloyvi eru eisini sloppin heimaftur til Avstralia úr útlondum, tó við kravi um 14 dagar sóttarhald á gistingarhúsi fyri egna rokning.
Men framyvir sleppa borgarar, sum eru liðugt koppsettir, at vera í sóttarhaldi heima, og bert í sjey dagar. Tey, ið ikki eru koppsett, skulu tó framvegis í 14 dagar sóttarhald á gistingarhúsi við komu til landið. Skipanin við heimauppihaldi kemur væntandi í november.
Avstralski forsætisráðharrin hevur áður sagt, at hann ynskir at lata øll mørkini upp – bæði avstralsku landamørkini og mørkini millum statir – tá 80 prosent av vaksna fólkatalinum er koppsett fyri koronu. Hetta verður væntandi í november.
Nær útlendsk ferðafólk sleppa til Avstralia er tó enn ikki greitt.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald