2019-07-25 09:23
Fyri fáum døgum síðani sá dapurt út við veðrinum á ólavsøku. Veðurstovurnar boðaðu frá nógvum regni, serliga ólavsøkuaftan. Men nú er vent í holuni. Bæði danska DMI og norska YR siga frá turrum á ólavsøku.
DMI sigur frá 12 til 13 hitastigum, sólglottar og vindferð á 5-6 m/s ólavsøkuaftan, meðan ólavsøkudag verður 10 til 12 hitastig, samdrigið og vindferð á 2-5 m/s. YR sigur frá 13 hitastigum, sólglottum og vindferð á 6-7 m/s ólavsøkuaftan, og 12 hitastigum, samdrigið og vindferð á 5-6 m/s ólavsøkudag.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald