2018-09-06 07:38
Vørn fær javnan umsóknir um endurnýggjan av fiskiloyvum frá eigarum av fiskiførum í bólki 5, sigur Vørn á heimasíðuni.
Orsøkin er helst, at skipanin, ið var galdandi til 31. desember 2017 var soleiðis, at fiskiárið byrjaði 1. september og endaði 31. august árið eftir.
Hesi viðurskifti eru broytt. Nú eru fiskiloyvini galdandi frá 1. januar til 31. desember. Tí skulu tey, ið hava fingið fiskiloyvi, ikki søkja fyrrenn til ársskiftið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald