Innanlands

Ikki rætt at pengarnir skulu oyramerkjast til Skótadepilin á Selatrað

Økta rakstrarjáttanin sum Magni Laksáfoss hevur fingið til KFUM skótarnar, fellur ikki í góða jørð hjá øðrum skótaliðum

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

2018-12-14 15:43 Author image
Sverri Egholm
placeholder

- Stuðulin til Føroya Skótaráð, ið er samstarvsráð fyri skótasamskipanirnar í Føroyum, eigur at vera latin uttan serliga marking.

Tað halda KFUK-skótarnir, sum hava sent eina áheitan til fíggjarnevndina í løgtinginum í sambandi við handilin, sum Magni Laksáfoss, uttanflokkatingmaður, hevur gjørt við samgonguna um at taka undir við fíggjarlógini fyri 2019.

Magni Laksáfoss hevur skaffað 3 milliónir til útbygging av Skótadeplinum á Selatrað, umframt hægri rakstrarjáttan á 750.000 árliga til Skótaráð Føroya, men sum skal oyramerkjast til Skótadepilin á Selatrað.

Hóast tey í KFUK-skótunum gleðast um økta stuðulin, so halda tey, at misskiljing er komin í, tá sagt verður at 750.000 skal til Skótadepilin á Selatrað, sum er ogn hjá KFUM Skótunum.

- Vit vilja mæla til, at økingin, sum verður latin Føroya Skótaráð, ikki verður oyramerkt til rakstur av Skótadeplinum á Selatrað, men heldur at Føroya Skótaráð fær mandat til at avgera, hvussu hesin rakstrarstuðulin skal býtast og nýtast, verður sagt í áheitanini.

Les eisini: Milliónir til skótar aftur fyri at taka undir við fíggjarlógini

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder