Innanlands

Milliónir til skótar aftur fyri at taka undir við fíggjarlógini

Magni Laksáfoss tekur undir við fíggjarlógini, men tað kostar samgonguni

Magni Laksáfoss, uttanflokkatinglimur (Mynd: Jens Kr. Vang)

Magni Laksáfoss, uttanflokkatinglimur (Mynd: Jens Kr. Vang)

2018-12-10 20:41 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Magni Laksáfoss fer at taka undir við fíggjarlógini hjá samgonguni. Tað skrivaðu vit fyrr í dag, og tað váttaði uttanflokkatingmaðurin eisini í Degi & viku í kvøld.

Aftur fyri sín stuðul fær hann uppskotið samtykt um at fáa sterkari øl í sølubúðirnar hjá brýggjarínum, og tríggjar milliónir, sum skulu brúkast til at útbyggja skótadepilin á Selatrað.

- Vit hava gjørt eina avtalu um nøkur viðurskifti. Millum annað at eg skal hjálpa til við fíggjarlógini, har eg fekk nøkur ting upp á, og so bað eg eisini um at hetta uppskotið (Um at loyva bryggjaríum at selja sterkari øl og cider, red.) bleiv partur av tí, sigur Magni Laksáfoss við Dag & viku.

- Skótarnir eru í nógv ár dotnir niður í millum. Tað hevur verið nemt at fingið eina ítróttarhøll upp at standa, nemt at fáa ein fótbótlsvøll, nemt at fáa rennibreyt. Tað er munandi nemmari at fáa kommunalar og landsíløgur til ymisk sløg av ítrótti í mun til skótarnar, heldur hann.

Men hetta sær nú út til at hava eydnast Magna Laksáfoss, sum hevur skaffað skótunum tríggjar milliónir sum løgujáttan, umframt 750.000 krónur í øktari rakstrarjáttan. Tað vil siga, at skótarørslan komandi ár fær 1,25 millionir krónur afturat pengunum til útbyggingina á Selatrað.

Les eisini: Samgongan hevur tryggjað sær meirilutan fyri fíggjarlógini

Les eisini: Meiriluti fyri at loyva bryggjaríunum at selja sterkari

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder