Uttanlands

India: Fleiri enn 400.000 nýggir tilburðir í eitt samdøgur

Støðan í India, sum í løtuni er rakt av aðru koronbylgju er álvarsom, og er hon ein stórur vandi fyri altjóða búskapin, sigur professari í altjóða heilsu

Mumbai, India (Mynd: EPA)

Mumbai, India (Mynd: EPA)

2021-05-01 12:25 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Støðan er álvarsom í India, sum í løtuni er rakt av aðru koronubylgju. Seinasta mánaðin hevur India skrásett omanfyri 100.000 smittutilburðir á hvørjum degi, og sambært indiska heilsumálaráðnum, hevur India sett eitt keðiligt met seinasta samdøgrið.

Seinasta samdøgrið eru fleiri enn 400.000 nýggir tilburðir skrásettir, og hetta er fyrstu ferð, síðan farsóttin breyt út, at eitt land hevur skrásett so nógvar tilburðir í eitt samdøgur.

Sostatt er samlaða talið á staðfestum tilburðum í India komið upp á 19,1 mió. Tað einasta landið í heiminum, sum hevur skrásett fleiri smittutilburðir er USA, sum hevur skrásett uml 32,2 mió.

Seinasta samdøgrið eru eisini 3.523 andlát skrásett í sambandi við koronu, og hevur India nú skrásett uml. 212 mió. andlát tilsamans í sambandi við koronu. Tey einastu londini, sum hava skrásett fleiri andlát eru USA, Brasil og Meksiko.

Sambært Ritzau meta serfrøðingar tó, at veruliga talið á smittutilburðum og andlátum í India er munandi hægri enn almenna talið. Teir vísa á ónøktandi kanningarskipanir og ógreiðar skrásetingar av deyðsorsøkum.

Nýggja koronubylgjan í India hevur rakt bæði stórbýir og smærri bygdir meint, og plásstrot er á bæði sjúkrahúsum og í líkbrenningarhúsum, skrivar BBC.

Venkat Naryan, professari í altjóða heilsu í New Delhi, sigur, at tað er neyðugt hjá India at seta ferð á koppsetingina.

India er heimsins størsti framleiðari av koppingarevni, men kortini manglar indiska heilsuverkið koppingarevni. Higartil eru 150 mió. koppsetingar framdar í India.

Venkat Naryan vísur eisini á, at støðan í India er ein altjóða hóttan, sum má basast við hjálp uttanifrá.

– Fólkatalið í India á uml 1,4 mia., svarar til ein fimting av fólkinum í øllum heiminum. Tí eru trupulleikarnir við koronu í India ein stórur vandi fyri altjóða búskapin, umframt at teir eru ein hóttan móti altjóða trygdini, sigur hann.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder