Uttanlands

Indiska stjórnin vil strika heiti fyri nýtt frábrigdi av sosialu miðlunum

Indiska ráðið fyri kunningartøkni hevur givið sosialu miðlunum í landinum boð um ikki at brúka heitið "indiska frábrigdið" fyri nýggja koronufrábrigdið, sum fyrst varð funnið í India í desember

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2021-05-23 15:57 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Stjórnin í India hevur givið sosialum miðlum í landinum boð um at strika allar dagføringar, sum umrøða "indiska frábrigdið" av nýggja koronavirusinum.

Frábrigdið, sum hevur fingið navnið B1617, varð fyrst funnið í India í fjør, og síðani hevur tað spreitt seg til í minsta lagi 44 lond, og av serfrøðingum og miðlum verður heitið "indiska frábrigdið" ofta brúkt.

Hetta nýggja frábrigdið verður eisini hildið at hava spælt ein stóran leiklut í nýggju smittubylgjuni, sum hevur gjørt um seg í India seinastu tíðina.

Men fríggjadagin gav indiska ráðið fyri kunningartøkni sosialu miðlunum boð um ikki longur at loyva hetta heitið fyri frábrigdið, skrivar Ritzau.

– Vit hava frætt, at ein falsk fráboðan, sum ger um seg á netinum, sipar til, at eitt "indiskt frábrigdi" spjaðir seg millum lond. Hetta er fullkomiliga ósatt, stendur í skrivinum frá indiska ráðnum, sum tíðindastovan AFP hevur fingið hendur á.

Ráðið fyri kunningartøkni sigur eisini, at Heimsheilsustovnurin (WHO) ikki setur B1617 í sambandi við nakað ávíst land.

Fleiri lond hava longu sett í verk innferðarbann fyri ferðandi úr India ella sett í verk strong tiltøk fyri ferðandi úr India, síðan nýggja frábrigdið varð funnið í landinum í desember.

Nógvir serfrøðingar, og almennir myndugleikar brúka eisini landanøvn til at lýsa nýggju frábrigdini, sum fyrst vórðu funnin í Suðurafrika, Stórabretlandi og Brasil.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder